Rooney og Torres spæla í kvøld

Seinnu fjóringsfinalurnar verða í kvøld. Meðan Barcelona er greitt á odda, so er spenningurin í topp á Old Trafford, har Chelsea er á vitjan. Í fyrru fjórðingsfinaluni í Champions League vann Manchester United 1-0 á Stamford Bridge við máli frá Wayne Rooney. Tí skal Chelsea vinna í kvøld, um teir skulu hava nakran møguleikan at halda fram í kappingini. Manchester United hevur ikki tapt á Old Traffort í hesum kappingarárinum. Men seinast teir tapu á heimavølli, var tað ímóti júst Chelsea. Tað var ímóti endanum av landskappingini í fjør. Chelsea vann tann dystin 2-1.

 

Hóast Fernando Torres ikki hevur skorað í tíggju dystum fyri Chelsea, so segði Carlo Ancelotti á tíðindafundi í gjár, at Fernando Torres verður at síggja á vøllinum í kvøld. Hann vildi tó ikki avdúka um hann byrjar inni ella ikki.

 

Wayne Rooney, sum sat yvir í vikuskiftinum móti Fulham vegna leikbann, er tøkur til dystin í kvøld. Sir Alex Ferguson hevur havt nógvar skaðar í ár, men til dystin í kvøld er tað næstan bara Rafael, ið er ivasamur.

 

Barcelona vann fyrru uppgerðina móti Shakhtar Donetsk 5-1 á Nou Camp. Tað skal tí nógv ganga gali hjá sponsku meistarunum um teir ikki verða at síggja í hálvfinaluni. Barcelona og Real Madrid bresta saman leygardagin í La Liga, so tað er ikki óhugsandi at Barcelona leikarnir at annað eyga á tí dystinum. Og kanska er tað møguleikin hjá Shakhtar Donetsk fyri at fáa eitt sindur av spenningi í. Barcelona mundi brent seg í sponsku steypakappingini fyrr í ár, tá teir vunnu fyrra dystin móti Real Betis 5-0. Real Betis, sum spælir í næstbestu deildini, gav Barcelona ein kvøkk í seinnu uppgerðini og vann 3-1.

 

Champions League fjórðingsfinalur:

 

12/4:

Manchester United(1) ? (0)Chelsea (19:45)

Shakhtar Donetsk(1) ? (5)Barcelona (19:45)

 

13/4:

Schalke(5) ? (2)Inter Milan (19:45)

Tottenham(0) ? (4)Real Madrid (19:45)