Rooney og eg eri ymiskir

Didier Drogba í Chelsea kappast um heitið sum enskur toppskjútti við Wayne Rooney. Ein dystur, har Drogba í løtuni er fýra mál aftanfyri. Mong hava havt á munni, at Rooney kanska er besti spælarin í heiminum júst nú, men hetta er ikki nakað, sum Drogba tímir at tosa um. – Eg leggi ikki í, um fólk sammeta okkum. Men eg haldi ikki, at tú kanst velja besta spælarar. Tað er jú nakað, sum støðugt broytist. Eg sigi fegin, at Rooney er ein framúr spælari, men vit eru ymiskir, og eg royni bara at gera mítt besta, sigur Drogba við SkySports.