Wayne Rooney skoraði trý mál í 4-2 sigrinum á Stoke í dag. Tvey fyri Manchester United og eitt sjálvmál. Edin Dzeko bjargaði Manchester City, sum annars var aftanfyri móti West Bromwich Albion og spældi við tíggju monnum í yvir ein tíma..
Manchester United hevði vitjan av Stoke. Tað byrjaði sum tað plagar á Old Trafford. Wayne Rooney skoraði men tíverri fyri hann og Manchester United viðhaldsfólkini, so var tað í skeiva endanum at hann skoraði.
Tað gekk ein løta, har Stoke vónaði at teir eins og Tottenham vóru komir á Old Trafford fyri at vinna, men so sendi Robin van Persie eitt dreyma innlegg innfyri, har Wayne Rooney lættliga millum Ryan Shawcross og Robert Huth, kundi seta høvdið á bóltin og við sínum øðrum máli kundi javna fyri Manchester United.
Beint fyri hálvleik legði Robin van Persie heimliðið á odda, og bara ein minutt inn í seinna hálvleik økti Danny Welbeck. Michael Kightly minkaði um munin, áðrenn maðurin, ið byrjaði málveitsluna, endaði hana við at skora sítt triðja mál í dystinum til endaliga úrslitið 4-2 til Manchester United.
Manchester City var aftanfyri móti WBA og fekk James Milner útvístan miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men við tveimum málum frá Edin Dzeko seinastu tíggju minuttirnar eydnaðist tað at vinna dystin. Seinna málið kom í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Liverpool fekk sín fyrsta sigur á Anfield í Premier League í ár í dag. Úrslitið gjørdist ein 1-0 sigur á Reading. Raheem Sterling skoraði einsamalla málið í fyrra hálvleiki.
Premier League:
Tottenham Chelsea 2-4
Fulham Aston Villa 1-0
Liverpool Reading 1-0
Manchester United Stoke 4-2
Swansea Wigan 2-1
WBA Manchester City 1-2
West Ham Southampton 4-1
Norwich Arsenal (17:30)










