Rooney og Bobby Charlton deila nú metið

Báðar Manchester United legendirnar hava 49 mál í 106 landsdystum fyri Ongland

Lagt varð upp til, at Wayne Rooney fór bæði at javna metið hjá Bobby Charlton, og enntá sláa metið hjá Bobby Charlton, tá Ongland spældi EM-undankappingardyst á útivølli ímóti San Marino.

 

Minni enn eitt korter varð spælt, tá Wayne Rooney við einum brotssparki javnaði metið hjá Bobby Charlton, og legði Ongland á odda 1-0. Ongland vann 6-0, men Rooney kom ikki á talvuna sjálvur. Tvey mál frá Theo Walcott, eitt frá Harry Kane, eitt frá Ross Barkley, og eitt sjálvmál syrgdu fyri stórsigrinum.

 

Wayne Rooney kann tó taka metið týskvøldið, tá Ongland tekur ímóti Sveis á Wembley leikvøllinum. 

 

Við sigrinum í dag tryggjaði Ongland sær sess í EM-endaspælinum, sum verður í Fraklandi komandi summar. Vinnur Ongland á Sveis týskvøldið hava onglendingar eisini tryggjað sær fyrsta plássið í EM-undankappingarbólki E.

 

Til stuttleikar kann nevnast, at tað er ein annar "málskjútti", sum eisini hevur skotið 49 mál fyri Ongland síðani 1872. Ongland hevur nevnliga í longu søguni hjá enska landsliðnum fingið 49 mál, sum hava verið sjálvmál. So strangt tikið, hagfrøðisliga eru tað Wayne Rooney, Bobby Charlton og sjálvmál, sum deila málmetið hjá enska landsliðnum.