Rooney neyvan til Real Madrid

Enskir miðlar hava róð uppundir, at Real Madrid kemur við einum risaboði uppá framherjan hjá Manchester United, Wayne Rooney.

 

Mett verður, at spanska stórfelagið fer at leggja umleið 90 miljónir bretsk pund á borðið fyri at tryggja sær Wayne Rooney. Men fyrrverandi liðfelagin hjá Rooney, Christiano Ronaldo noktar at trúgva, at hann og Wayne Rooney aftur verða liðfelagar.

 

- Eg veit, at Rooney trívist væl í Manchester. So sjálvt um Real Madrid ynskir at fáa fatur í honum, so trúgvi eg ikki vit verða liðfelagar komandi kappingarár, sigur Ronaldo við Sky Sports News.

 

Tað ganga eisini leysasøgur um, at Fabio Cappello, sum nú er landsliðsvenjari hjá Onglandi skal yvirtaka sessin, sum venjari hjá Real Madrid, tí leiðslan í spanska stórfelaganum er ikki heilt nøgd við Manuel Pellegrini.

 

Christiano Ronaldo hevur størri tiltrúgv til ta søguna. - Hann er ein ógvuliga góður venjari, ein av teimum bestu í heiminum. Hann hevur gjørt eitt ótrúliga gott arbeiðið fyri tað enska landsliðið, og hann hevur vunnið nógv í italskum fótbólti, so hví ikki. Í fótbólti veit ein ongantíð hvat kann henda, sigur Christiano Ronaldo.