Onglendingar hava, í hesum døgum eftir opningsdystin móti USA, ikki havt nógv at frøðast um.
Landsliðið hjá onglendingum dregist við skaðar, og eru fleiri týðandi leikarar skaddir. Serliga tunnligt hevur verið í verjupartinum, har eisini Ledley King legðist afturat langa listanum.
Men nú hava onglendingar loksins okkurt at frøðast um aftur.
Áloyparin Wayne Rooney, sum má metast at vera álitið hjá Onglendingunum til hetta HM-endaspælið, var aftur við í venjing í dag, eftir at hann í gjár noyddist at sitta uttanfyri aftaná ein brest, hann fekk í dystinum móti USA.
Eisini Ashley Cole, sum vanliga fær ein eyka frídag, orsaka av áhaldandi trupulleikum við øklunum, var við aftur í venjing í dag.
Og nú verður eisini boðað frá, at miðvallarin Gareth Barry er klárur til dystin móti Algir fríggjadagin.