Wayne Rooney hevur verið nógv umtalaður, síðani hann fekk reytt kort í fjórðingsfinaluni hjá Onglandi ímóti Portugal leygardagin. Men høvuðspersónurin sjálvur tvíheldur um, at hann átti ikki at fáa reyða kortið.
- Eg ætlaði mær als ikki at traðka á Carvalho, og eg eri sera vónbrotin av, at eg fekk reyða kortið. Eg minnist væl støðuna og havi eisini sæð hann umaftur í sjónvarpinum. Eg royndi bara at vera standandi á beinunum, sigur Rooney við BBC. Hann sigur eisini, at hann ikki ber agg til liðfelagan úr Manchester United, Cristiano Ronaldo, tí hesin royndi at fáa dómaran at revsa Rooney við reyðum korti.










