Øll eygu eru vend ímóti Wayne Rooney fyri tíðina, sum stríðist við vánaligan form og at halda skil uppá privatlívið hjá sær. Í dystinum ímóti Bolton var hann útskiftur hálvtíma fyri tíð og fekk ís á fótin, tá hann kom á bonkin. Tað er orsøkin til, at hann ikki er við í Valencia.
Rio Ferdinand er tøkur aftur og tað er Michael Carrick, ið hevur verið skaddur í longri tíð, eisini. Teir eru báðir við á ferðini. Manchester United spældi javnt 0-0 í fyrsta dystinum í bólkaspælinum ímóti Rangers.
Fleiri dystir verða eisini í kvøld í Champions League.
Bólkur E:
Roma ? CFR Clju
FC Basel ? Bayern Munchen
Bólkur F:
Spartak Moskova ? MSK Zilina
Chelsea ? Marseille
Bólkur G:
Auxerre ? Real Madrid
Ajax ? AC Milan
Bólkur H:
Braga ? Shakhtar Donetsk
Partizan Beograd ? Arsenal
Allir dystirnir byrja klokkan 19.45, uttan dysturin millum Spartak Moskova og MSK Lilina. Hann byrjar klokkan 17.30.