Hóast fá, fyri ikki at siga eingin, høvdu væntað júst hetta, fer avtalan millum kenda og nógv umrødda áleyparan, og tað líka so kenda fótbóltsfelagið at vara í fimm ár, - fram til 2015.
- Eg eri sera fegin um at hava skrivað undir hesa avtaluna. Tað er her eg hoyri heima, sigur ein væl nøgdur Rooney við bretskar miðlar.
Hann kundi neyvan ynskt sær eina betri føðingardagsgávu, nú hann fer um tey 25 árini sunnudagin.









