Rooney er nú javnur við Charlton

Wayne Rooney útjavnaði í dag málmetið hjá Sir Bobby Charlton í Manchester United

Fleiri dystir hava í dag verið spældir í ensku FA Cup. Fyrsti dysturin í dag var longu klokkan 12:30, tá Manchester United á heimavølli tók ímóti Reading úr næstbestu ensku deildini.

 

Og tað var lítil slingur í valsinum hjá Manchester United í dag, sum veruliga vant burturúr mótstøðuliðnum. Endaliga úrslitið var at Manchester United vann dystin 4-0. Merkisvert við dystinum var, at tá Wayne Rooney aftaná sjey minuttir legði Manchester United á odda 1-0, útjavnaði hann málmetið hjá Sir Bobby Charlton sum mest skorandi leikari fyri Manchester United nakrantíð. Talan var um mál nummar 249 hjá Wayne Rooney fyri Manchester United.

 

Seinni í dag vóru so fleiri aðrir dystir spældir, har tað komu fleiri óvæntaði úrslit. Millum annað var tað óvæntað at Premier League feløgini, Bournemouth, Stoke og West Bromwich taptu dystir móti liðum úr lægri deildum, umframt at Crystal Palace og Southampton noyðast út í umdyst, eftir at tey bæði liðini spældu javnt móti liðum úr lægri deildum.

 

Nakrir dystir vóru eisini millum lið sum dagliga spæla í Premier League. Á Goodison Park tók Everton ímóti ensku meistarunum úr Leicester. Tann dysturin endaði við tí at Leicester vann dystin 2-1, eftir at Everton annars hevði verið á odda 1-0. Eisini Hull og Swansea spældu uppgerð, har Hull vann dystin 2-0.

Seinasta uppgerðin millum tvey Premier League feløg var á Stadium of Light í Sunderland, har Sunderland tók ímóti Burnley. Tann dysturin endaði við 0-0 javnleiki, soleiðis at bæði liðini skulu spæla umdyst um gott og væl tíggju dagar.

 

Seinasti dysturin verður í løtuni spældur. Hann er á Deep Dale leikvøllinum í Preston, har Preston North End tekur ímóti Arsenal. Har eru í løtuni 10 minuttir leiktir, og óvæntað er Preston á odda 1-0.

 

Úrslitini í dag:

 

Manchester United – Reading 4-0

Accrington Stanley – Luton 2-1

Barrow – Rochdale 0-2

Birmingham – Newcastle 1-1

Blackpool – Barnsley 0-0

Bolton – Crystal Palace 0-0

Brentford – Eastleigh 5-1

Brighton – MK Dons 2-0

Bristol – Fleetwood 0-0

Everton – Leicester 1-2

Huddersfield – Port Vale 4-0

Hull – Swansea 2-0

Ipswich – Lincoln 2-2

Millwall – Bournemouth 3-0

Norwich – Southampton 2-2

QPR – Blackburn 1-2

Rotherdam – Oxford 2-3

Stoke – Wolves 0-2

Sunderland – Burnley 0-0

Sutton – Wimbledon 0-0

West Bromwich – Derby 1-2

Watford – Burton Albion 2-0

Wigan – Nottingham Forest 2-0

Wycombe – Stourbridge 2-1