Enska landsliðið spældi seg við einum 4-2 sigri á Kroatia mánakvøldið í fjórðingsfinaluna í EM-endaspælinum í Portugal. Stóri leikarin í dystinum var uttan iva 18 ára gamli framherjin hjá Onglandi, Wayne Rooney, ið veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot undir EM-endaspælinum. Mánakvøldið skeyt Rooney tvey av ensku málunum, og harafturat legði hann upp til eitt afturat.
Kroatar góvu eingilskmonnum ein hvøkk
Eingilskmenn fingu annars sum váttan vøttin frammaná, tí longu tá ið fimm minuttir vóru leiktir av dystinum, løgdu kroatar seg á odda. Ein bóltur var sendur innfyri, og í fyrstu atløgu hálvbjargaði David James í enska málinum hegnisliga, men Nico Kovac var fyrstur á returinum, og so var 1-0 til Kroatia.
Tað var tó fyri tað mesta Ongland, ið stýrdi spælinum, og álopini á kroatiska málið vóru nógv, hóast tað ikki so ofta endaði í veruligum málmøguleikum. Men tá ið fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, bragdaði endiliga hjá onglendingum. Wayne Rooney skallað bóltin upp á tvørs til Paul Scholes, og so kundi Manchester United leikarin við høvdinum skorað á enska landsliðnum fyri fyrstu í meiri enn trý ár. Áðrenn farið var til hálvleiks, eydnaðist tað eisini enska liðnum at leggja seg á odda, tá ið Wayne Rooney royndi seg við einum skoti nakað uttan fyri kroatiska brotsteigin. Bólturin fór umvegis hondina á kroatiska málverjanum, Butina, og í netið, og so var 2-1. Helst átti kroatiski málverjin at tikið skotið.
Uppiborin sigur
Í seinna hálvleiki vóru kroatar noyddir at satsa eitt sindur meiri fram eftir vøllinum, og tað gav onglendingum betri pláss í kroatisku verjuni. Wayne Rooney var enn einaferð upp á spæl, og eftir hegnisligt samanspæl við Michael Owen legði hann Ongland 3-1, og harvið við avgerðin meira ella minni fallin, tí kroatar skuldu vinna, um teir ætlaðu sær í fjórðingsfinaluna. Einar 20 minuttir fyri leiklok fingu kroatar tó eina lítla vón, tá ið Igor Tudor skallaði bóltin í mál til 3-2, men tað gingu tó einans nakrir fáir minuttir, so svaraði Ongland aftur. Frank Lampard fekk nógv pláss at reka í kroatisku verjuni, og tá ið Chelsea-miðvallarin slapp til skot, sendi hann bóltin framvið Butina í kroatiska málinum til 4-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Ein uppiborin sigur til Ongland, sum í fjórðingsfinaluni skal dystast við EM-vertirnar úr Portugal.
Henry søkti Sveits
Hin dysturin í bólki B mánakvøldið var millum Frakland og Sveits. Við einum javnleiki var Frakland tryggjað sess í fjórðingsfinaluni, og tað sá eisini leingi út til, at dysturin fór at enda javnur, men Thierry Henry vildi tað øðrvísi.
Zinedine Zidane legði europameistararnar á odda, tá ið hann skallaði bóltin í mál eftir eitt hornaspark í 20 minutti, men einans seks minuttir seinni skrivaði sveitsiski landsliðsleikarin, Johan Vonlanthen, seg í søgubøkurnar sum tann yngsti málskjúttin í einum EM-endaspæli nakrantíð, tá ið hann javnaði til 1-1. Vonlanthen tók harvið metið frá Wayne Rooney, ið setti tað, tá ið hann skoraði móti júst Sveits í farnu viku.
Fraklendingar vóru við yvirlutan tað mesta av dystinum, men teir noyddust at bíða rættuliga leingi, áðrenn Thierry Henry avgjørdi dystin við tveimum málum til endaliga úrslitið 3-1 til Frakland.
Við sigrinum á Sveits tryggjaði Frakland sær fyrstaplássið í bólki B, og fraklendingar skulu tí dystast við grikkar í fjórðingsfinaluni, meðan onglendingar, sum áðurnevnt, skulu dystast við Portugal.
Ongland-Kroatia 4-2 (2-1)
0-1 Nico Kovac
1-1 Paul Scholes
2-1 Wayne Rooney
3-1 Wayne Rooney
3-2 Igor Tudor
4-2 Frank Lampard
Frakland-Sveits 3-1 (1-1)
1-0 Zinedine Zidane
1-1 Johan Vonlanthen
2-1 Thierry Henry
3-1 Thierry Henry










