Liðskiparin hjá Manchester United hevur sambært málverjanum hjá Preston North End, Thorsten Stuckmann, biðið um umbering fyri, at hann tveitti seg í FA Cup dystinum mánakvøldið.
Tað var móti endanum av dystinum, at Wayne Rooney tveitti seg í brotsteiginum hjá Preston og fekk brotsspark. Málverjin var ov seinur út, men tað var ikki samband millum Wayne Rooney og málverjan. Hóast tað, so fór Wayne Rooney umkoll.
- Eftir dystin segði Wayne Rooney við meg, at hatta var hansara møguleiki at fáa eitt brotsspark. Tí møguleikanum tók hann av og bað um umbering, sigur Thorsten Stuckmann við bretskar miðlar.
Tað er ymiskar meiningar um at Wayne Rooney tveitir seg. Summi halda, at talan er snøgt sagt um snýt og filming. Onnur siga hinvegin, at Wayne Rooney bara hoppar undan eini takling, har hann annars hevði kunna blivið skaddur.
Eitt skifti var Gareth Bale fyri somu atfinningum, tá hann spældi í Tottenham. Daniel Sturridge hjá Liverpool fekk eitt líknandi brotsspark, tá Liverpool farna kappingarár vann 3-0 á Manchester United. Í báðum førunum vóru meiningarnar eisini ymiskar.
Manchester United vann dystin 3-1, og skal spæla móti Arsenal í fjórðingsfinalini í FA Cup.