Nei, Wayne Rooney er ikki endaliga skiftur aftur til barndómsfelag sítt. Men í gjár spældi hann kortini fyri fyrstu ferð í 11 ár í bláu Everton-troyggjuni.
Orsøkin til stuttu afturkomuna í Everton-troyggjuni var, at ein sonevndur heiðursdystur varð spældur fyri fyrrverandi Everton-framherjan, Duncan Ferguson, ið umboðaði Everton í tveimum umførum. Frá 1994-1998 og frá 2000-2006. Harafturat er Duncan Ferguson eisini í venjaratoyminum hjá Everton í dag, og er hann sera viðurkendur ímillum Everton-viðhaldsfólk.
Við sjónvarpsrásina hjá Everton segði Rooney, at hann fegnaðist um, at Everton-viðhaldsfólkini góvu honum eina so góða móttøku, sum tey gjørdu. Rooney varð stórliga fagnaður á Goodison Park, tá ið hann trein inn aftur á gamla heimavøll sín í bláu troyggjuni.
Heiðursdysturin varð spældur ímóti spanska Villarreal, og endaði hann 1-2 til sponsku gestirnar. Wayne Rooney bleiv innskiftur, tá ið eitt korter var eftir. Hann hevði nummar 18 á rygginum, ið var nummar hansara, tá ið hann umboðaði besta liðið hjá Everton frá 2002-2004.