Tað hevur ligið í luftini eina tíð, og í dag eru tíðindini vorðin alment váttað – nevniliga tað, at Wayne Rooney skiftir úr Manchester United og heimaftur til barndómsfelagið Everton.
Tað var í Everton, at alt byrjaði hjá tí nú 31 ára gamla Wayne Rooney, sum var liðskipari hjá Manchester United, men ikki hevur havt stóran leiklut á liðnum síðani José Mourinho kom til sum venjari.
Wayne Rooney skifti úr Everton til Manchester United afturi í 2004. Nú er hann aftur í barndómsfelagnum, har hann hevur fingið ein tvey ára sáttmála.
Tað verður ikki upplýst, hvussu nógv tað kostaði Everton at keypa Wayne Rooney, sum hevur málmetið í Manchester United (253) og dystarmetið (119) fyri ein útispælara á enska landsliðnum.