Sigur tú Suðuroyar sjúkrahús, ja so sigur tú óivað eisini Ronnie Midjord. Hann hevur verið har so longi, at hann hjá teimum flestu er vorðin ein integreraður partur av verkinum. Spurdur um, hvør maðurin Ronnie Midjord er uttan fyri arbeiðstíð, er hann skjótur at svara, at umframt familjuna, er lív hansara bert sjúkrahúsið. Hann hevur fyrr sitið í nevndum og verið aktivur í ítrótti og politikki, men eftir ein hjartatilburð í 1996 valdi hann, at hann bert skuldi savna seg um familju og arbeiði.
–Í nøkur ár í kreppuni var øgiligur ágangur á meg og á Suðuroyar sjúkrahús frá starvsfólki á Landssjúkrahúsinum, tí peningur varð nýttur til at byggja Suðuroyar sjúkrahús, og játtanin til byggingina varð lækkað. Jólini 1996 eg og arbeiddi alla høgtíðina og royndi, at fáa endarnar at hanga saman. Tá eg júst var fyltur 40 ár, bleiv eg sjúkur, og ístaðin fyri ætlaðu feriuna, sum vit skuldu á, endaði eg á Ríkissjúkrahúsinum og fekk eina hjartaoperatión, sigur hann.
Hann greiðir frá, at hesin tilburðurin eisini er ein av orsøkunum til, at hann ikki hevur valt at søkja starvið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.
– Eg lovaði konu míni, at kom eg frá tilburðinum við lívinum, so skuldi eg passa arbeiði og onki annað. Eg havi ongan annan sess tikið uppá meg síðani tá, leggur hann afturat.
–Dóttir mín fylti 16 ár tann dagin, eg skudi undir skurð, og eg setti í meg, at eg skuldi gera tað, sum eg kundi fyri at fáa eitt longri lív, sigur hann og greiðir frá, at av tí hann hevði mist beiggja sín, sum bert varð 49 ára gamal, so hugsaði hann um, at hann vildi ansa væl eftir sær sjálvum. Nú hann er komin upp í árini, heldur hann ikki, at tað er ráðiligt at taka eina stóra arbeiðsbyrðu á seg, sum starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum jú er.
Eisini hugsar hann um børn síni, sum búgva og arbeiða í Danmark, og serliga son sín, sum bert 37 ára gamal hevur fingið staðfest sklerosu.
-Øll mín familja er í Danmark, so eg vil fegin hava tíð til, at ferðast til Danmarkar, og eg og kona mín hava ofta tosað um at flyta til Danmarkar, tá vit verða pensjóneraði. Tað skal undra meg, um vit ikki gera tað, sigur hann.
Les alla samrøðuna við fyribilsstjóran á Landssjúkrahúsinum í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum