Ronnie hittar á Youtube

Í hesum døgum hittar sangurin "Hvønn dag" á Youtube. Maðurin aftan fyri sangin er 26 ára gamli Ronnie Davidsen, sum sjálvur kallar seg eitt óskrivað blað innan føroyska tónleikaheimin:

 

- Eg havi ikki fingist stórvegis við tónleik áður, men fyri nøkrum árum síðani luttók eg í sangkappingini Ársins Songrødd. Mær dámar væl at syngja, og eg lurti nógv eftir tónleiki, serliga popptónleiki, sigur Ronnie Davidsen, sum sjálvur hevur skrivað sangin "Hvønn dag":

 

- Tað er kanska eitt sindur løgið, at eg skrivi um ólukkuligan kærleika, tí í veruleikanum eg eri lukkuliga giftur og havi tað gott, men onkursvegna er hetta bara eitt evni, sum fellur mær lætt at skriva um, greiðir Ronnie Davidsen frá sum fegnast um ta stóru undirtøkuna, sum sangurin hevur fingið á Youtube:

 

- Tað er ótrúliga stuttligt, at tað eru so nógv fólk, sum hava hugt og lurtað eftir sanginum á netinum, men kollfirðingar plaga at vera raskir at stuðla sínum egnu, sigur Ronnie Davidsen, ið sjálvur er kollfirðingur. Bert tríggjar dagar eftir at sangurin varð lagdur á Youtube høvdu ikki færri enn 1700 fólk sæð sjónbandalagið.

 

- Tað var meir ella minni av tilvild, at eitt sjónbandalag bleiv gjørt og lagt út á Youtube. Eg samstarvi við teir báðar Boga Davidsen og Henning Jensen, og teir hildu, at tað kundi verið stuttligt, at gjørt vart við lagið á henda hátt, sigur Ronnie Davidsen, sum saman við Boga og Henning kallar seg Ronnie and DIE&Beats.