Ronja og Bára vóru í starvsvenjing á Dímunargarði

- Tær vóru til góða hjálp, nú vit fyrireikaðu rakstur og fletting, samstundis sum røtur og gras skuldu fáast til høldar, siga tey í Dímun.

Fyrr í hesum mánaðinum høvdu tey í Stóru Dímun tveir starvsnæmingar á garðinum.

 

Hetta vóru næmingarnir, Ronja Ranadóttir Danielsen og Bára Mohr Vatnhamar, sum ganga á Skúlanum við Løgmannabreyt.

 

Í Stóru Dímun hava tær roynt eitt sindur av hvørjum.

 

- Eitt nú hava tær verið ovast á oynni og savnað seyðafylgið, og tær hava gingið niður Kleivina oman til sjóvarmálan.

 

Á Dímunargarði siga tey, at Ronja og Bára vóru til góða hjálp, nú tey í Stóru Dímun fyrireikaðu rakstur og fletting, samstundis sum røtur og gras skuldu fáast til høldar.

 

- Vit takka teimum fyri góða hjálp og ynskja teimum alt tað besta, siga tey á Dímunargarði eftir enn einaferð at hava havt starvsnæmingar í oynni.

 

##med2##