Heimskendi írski popparin, sum var við í dreingjabólkinum Boyzone, spælir á Summar Festivalinum í august.
Hann hevur verið ovast á popptindunum við dreingjabólkinum Boyzone. Hann hevur hittað sum solistur. Hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum og viðurkenningum. Hann hevur tvær ferðir sungið fyri pávanum. Og hevur sungið duettir saman við øðrum heimskendum sangarum.
Ronan Keating hevur í meira enn 15 ár verið eitt stórt navn í altjóða popptónleiki, og írin er framvegis virkin við framførslum og útgávum.
Ronan Keating er ættaður úr norðara parti av Dublin. Mamma hansara var frisør, og pápi hansara var lastbilaførara. Sum ungur var Keating virkin í frælsum ítrótti, og hann vann eitt ungdómsmeistaraheiti í renning sum ungur tannáringur.
Í 1993 var ein lýsing í írskum bløðum, har søkt var eftir ungum monnum at verða við í einum nýggjum dreingjabólki, sum skuldi verða ein írsk útgáva av Take That, sum tá veruliga hevði vunnið fram. 300 mans vóru til upptøkuroynd, og at enda vóru 5 teirra valdir til bólkin Boyzone. Ein av teimum var Ronan Keating.
Stórur solistur
Boyzone fekk sítt gjøgnumbrot í 1994, og næstu seks árini høvdu teir eina langa røð av hittum kring heimin. Grundfesti var í Írlandi og Bretlandi, har Boyzone er eitt tað størsta poppnavnið nakrantíð, men Boyzone rakk langt út í heimin við sínum tónleiki.
Boyzone hevði 19 sangir á UK Top 40 og 21 sangir á írska hitlistanum. Seks ferðir vóru teir ovast á bretska hitlistanum við stakfløgum.
Boyzone gavst um aldarskiftið, og eftir tað hevur Ronan Keating givið 9 fløgur út sum solistur. Boyzone seldi umleið 20 milliónir fløgur, og Ronan Keating hevur árini síðani Boyzone selt umleið 25 milliónir fløgur.
Stóra hittið hjá Keating sum solistur er sangurin When You Say Nothing At All, sum var við í kærleiksfilminum Notting Hill. Aðrir kendir sangir hjá Keating eru Lovin Each Day, The Way You Make Me Feel, If Tomorrow Never Comes, Life Is A Rollercoaster og Baby Can I Hold You.
Ronan Keating hevur eisini sungið duettir við eitt nú Elton John, Leann Rimes og Yusuf Islam (fyrr Cat Stevens).
Í august spælir Ronan Keating á Vágsbøi, tá ið Summar Festivalurin 2012 verður hildin.