22 ára gamli áleyparin hjá Manchester United; Christiano Ronaldo er fullur av sjálvsáliti. United hevur vunnið 8 teir síðstu dystirnar, og Ronaldo hevur skotið 6 mál higartil í ár. ?Vit hava liðið. Vit hava leikarnir. Vit eru fleiri, sum skora málini, og tað er ógvuliga gott fyri motivasjónina. Eg trúgvi vit kunnu fara allan vegin.? Leygardagin tekur Arsenal ímóti United á Emirates Stadium. ?Arsenal spæla væl. Og teir eru torførir at spæla ímóti. Men hetta verður eitt gott høvið at síggja hvussu góðir vit eru. Langa kappingarárið er ein maratonrenning, og fyri at vinna má ein verða støðugur.? sigur Ronaldo.










