Portugisiski Cristiano Ronaldo, sum seinnu árini hevur spælt í Manchester United, verður kanska næsta stjørnan, sum fer av Old Trafford. Undir øllum umstøðum tykist vist, at Ruud Van Nistelrooy fer úr felagnum, og nú hevur Ronjaldo sagt, at væl kundi hugsað sær at spælt í Real Madrid. Enn hevur hann tó ikki biðið um at koma á sølulistan, men sambært enskum miðlum fer hann at tosa við Manchester United um sína framtíð, tá HM-endaspælið er av.