Ronaldo verður kanska klárur í september

Spanska ítróttarblaðið "Marca" skrivar, at Real Madrid gevur Ronaldo eyka feriu, so hann kann koma seg eftir skaðan

Í Føroyum er stórur spenningur millum nógvar fótbóltsfjepparar, um Cristiano Ronaldo kann verða tøkur at spæla fyri Portugal, mánakvøldið 10. oktober klokkan 19.45. Cristiano Ronaldo fekk ein skaða, tá Portugal vann EM-finaluna 1-0 ímóti Fraklandi, og hann mátti berast av vøllinum í fyrra hálvleiki. 

 

Spanska ítróttarblaðið "Marca" staðfestir í dag, at Cristiano Ronaldo verður ikki við, tá Real Madrid skal spæla evropeiska Super Cup dystin ímóti Sevilla á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi í Noregi 9. august. Marca staðfestir eisini, at Cristiano Ronaldo verður ikki við tvey tey fyrstu umførini í La Liga. Real Madrid spælir ímóti Real Sociedad á útivølli 21. august, og Real Madrid tekur ímóti Alaves á heimavølli 28. august. Cristiano Ronaldo verður ikki við hesar báðar dystirnar. Men Marca skrivar, at Real Madrid vónar, at Cristiano Ronaldo kann verða tøkur sunnudagin 11. september, tá Real Madrid tekur ímóti Osasuna á heimavølli.

 

Marca skrivar, at Real Madrid hevur tikið avgerð um at loyva Cristiano Ronaldo at leingja feriuna hann hevur í Ibiza. Real Madrid hópurin er í Kanada í hesum døgum á venjingarlegu, men Real Madrid vil ikki taka nakran váða við Cristiano Ronaldo, og tí sleppur hann at halda fram við feriuni í Ibiza eina tíð aftrat.

 

So enn er vón fyri, at Cristiano Ronaldo fer at verða nógv tann kendasti fótbóltsspælarin nakrantíð, sum fer at spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli.