Evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur í dag kunngjørt teir tríggjar, sum hava fingið flest atkvøður til ársins spælara í Evropa farna kappingarár. Teir eru Cristiano Ronaldo (Juventus/Portugal), Luka Modric (Real Madrid/Kroatia) og Mohamed Salah (Liverpool/Egyptaland).
Cristiano Ronaldo, sum farna kappingarár spældi við Real Madrid, vann Champions League, meðan tað gekk minni væl í sponsku landskappingini. Hann skoraði hattrik móti Spania til HM-endaspælið, men Portugal tapti fyri Uruguay eftir bólkaspælið.
Luka Modric vann eisini Champions League við Real Madrid, og bleiv valdur til besta spælaran til HM-endaspælið, har Kroatia bleiv nummar tvey. Miðvallarin hevur verið eyðsýndur hjá bæði Real Madrid og Kroatia.
Mohamed Salah hevur verið stóra stjørnan hjá bæði Liverpool og Egyptalandi. Hann setti nýtt met í Premier League við flest málum í einum landskappingarári. Hartil var hann lykilin til, at Liverpool kom í Champions League finaluna og at Egyptalandi kom til HM-endaspælið.
Sermerkt við listanum er, at Lionel Messi (FC Barcelona/Argentina) ikki er í topp trý, hóast hann vann bæði spanska meistaraheitið og sponsku steypakappingina. UEFA hevur kunngjørt, at hann er á fimta plássi, aftanfyri heimsmeistaran úr Fraklandi, Antoine Griezmann.
Vinnarin verður kunngjørdur 30. august, tá lutakastið til bólkaspælið í Champions League verður.