Ronaldo umhugsar comeback

Brasilski Ronaldo umhugsar at gera comeback fyri amerikanskt felag.

Ronaldo Luís Nazário de Lima, betur kendur sum tann brasilski Ronaldo, ið eitt nú spældi í FC Barcelona og Real Madrid, er vorðin partaeigari í Fort Lauderdale Strikers, sum spælir í næstbestu amerikonsku deildini, North American Soccer League (NASL).


Hóast hann nú er 38 ára gamal og ikki hevur spælt ein dyst síðani 2011, so avdúkar hann í samrøðu við Sports Illustrated, at hann umhugsar at gera eitt comeback á fótbóltsvøllinum.


- Fyri at spæla fótbólt mást tú vera í góðari venjing. Eg fari at royna sjálvur, men tað er ein avbjóðing. Eg eri vísur í, at eg kann hjálpa liðnum og deildini. Eg fari at venja nógv, og um venjarin hevur tørv á mær, so møguliga, sigur Ronaldo um møguleikarnar fyri at gera comeback.


Seinasti dystur hansara var fyri Corinthians í heimlandinum fyri góðum trimum árum síðani, og hann viðgongur, at hann hevur saknað fótbóltin.


- Eg elski at spæla, eg elski fótbólt. Tað var alt mítt lív, mín stóri kærleiki. Eg gavst orsaka av kroppinum. Tað hevur verið nógv pínar og nógvir skaðar, sigur hann.


Ronaldo, sum hevur vunnið tvey heimsmeistaraheiti við Brasil, sigur seg hava verið upptiknan av nógvum ymiskum seinastu trý árini, men at tíðin nú er til staðar og at hann fer at gera alt fyri at koma í nóg góða venjing til at gera eitt comeback.