Ronaldo ætlar ikki at vísa yvirkroppin

Portugisiska fótbóltsstjørnan harmast um, at hann vísir yvirkroppin, tá hann hevur skorað eitt mál

Nógv tíðindafólk vóru møtt til tað árliga ”World Cup Summit”-tiltakið hjá kendu ítróttar-klædnafyritøkuni, Nike, sum var í London.

Portugisiski, Christiano Ronaldo, sum er ein av høvuðs-lýsingarfigurunum hjá Nike er kendur fyri at vísa yvirkroppin, tá hann skorar mál, men Christiano Ronaldo viðgongur nú, at hann er flóvur av hesum.

- Hvat er mín størsti feilur? Eg geri nógvar feilir. Men størsti feilurin eg geri, er at taka troyggjuna av, tá eg skori mál. Mær nýtist jú ikki at gera hetta, og tað gevur mær eitt gult kort hvørja ferð, segði Ronaldo á tiltakinum hjá Nike.