Talan var um dýran sigur, tá Portugal leygardagin vann 3-0 móti Ungarn. Cristiano Ronaldo hevði verið ivasamur undan dystinum, men hann segði seg kortini vera kláran at spæla. Men tað var ikki leingi, áðrenn økulin aftur gav trupulleikar, og nú eru boðini úr Real Madrid, at heimsins dýrasti spælari ikki spælir aftur næsta mánaðin. Eftir øllum at døma er talan um sama skaða, sum noyddi Ronaldo av vøllinum í Champions League dystinum móti Marseille.










