Real Madrid eru í kvøld krúnaðir besta liðið av Evropa vinnandi liðnum frá farna kappingarár, tá teir vunnu 2-0 á Sevilla í UEFA Super Cup 2014. Cristiano Ronaldo skoraði bæði málini – eitt í hvørjum hálvleiki.
Tað fyrra málið kom aftaná ein hálvan tíma, tá Gareth Bale sendi bóltin innfyri úr vinstri. Við handari handari stong var Cristiano Ronaldo fystur á og skoraði. Seinna málið kom tíðliga í seinna hálvleiki. Hesa ferð var tað Karim Benzema, sum legði til Cristiano Ronaldo, ið royndi seg við skoti úr vinstru. Málverjin fekk hondina, men megnaði ikki at steðga bóltinum í at fara í mál.
Real Madrid hevði bæði Toni Kroos og James Rodriquez, sum komu til í summar frá ávíkavist Bayern Munchen og Monaco, við frá byrjan. Eisini verður dentur lagdur á, at Iker Casillas aftur tykist verða fyrsta val millum stengurnar hjá Real Madrid.
UEFA Super 2014
Real Madrid – Sevilla 2-0 (1-0)
1-0 Cristiano Ronaldo, 30
2-0 Cristiano Ronaldo, 49