Cristiano Ronaldo og Portugal vunnu í kvøld 2-0 á Wales í EM hálvfinaluni. Sostatt er Portugal í EM finaluni fyri fyrstu ferð síðan 2004, tá Portugal á heimavølli tapti 1-0 fyri Grikkalandi.
Í hálvleiknum var málleyst, men tíðliga í seinna hálvleiki visti Cristiano Ronaldo enn eina ferð, hví hann verður mettur sum ein av bestu spælarunum gjøgnum tíðina.
Fyrst stúraði hann í besta Cristiano Ronaldo eitt innlegg í mál. Real Madrid spælarin setti av og hoppaði hægri enn verjan hjá Wales, áðrenn hann langaði pannuna á bóltin og í mál.
Lítla løtu seinni var sami Cristiano Ronaldo upp á spæl, tá hann royndi seg við skoti uttanfyri brotssteigin. Skotið var ikki av tí besta, men inni í brotsteiginum stóð landsmaðurin við 17-talinum, Nani, og prikaði bóltin í málið.
Hetta er fyrstu ferð, at Portugal vinnur ein dyst í vanligari leiktíð í hesum EM endaspælinum. Hálvfinalan millum Týskland og Frakland verður í morgin klokkan 20.
EM16 hálvfinala:
Portugal – Wales 2-0 (1-0)
1-0 Cristiano Ronaldo, 50
2-0 Nani, 53