Ronaldo í stórum stíli

Cristiano Ronaldo átti avgerandi fótin, tá Real Madrid í kvøld vann milliarda-dystin á Santiago Bernabeu móti Manchester City 3-2.

 

Tvær ferðir var Manchester City á odda, men hvørja ferð svaraði Real Madrid skjótt aftur. Edin Dzeko legði Manchester City á odda, men Marcelo javnaði stutt seinni. Fimm minuttir fyri tíð legði Alexandar Kolarov Manchester City á odda, men bara minuttin seinni javnaði Karim Benzema. Í evstu løtu avgjørdi Cristiano Ronaldo dystin.

 

Í Madrid varð nógv tosað um ónøgdina í Real Madrid hópinum fyri tíðina. Cristiano Ronaldo var á vøllinum, meðan Sergio Ramos og Mesut Ozil sótu uttanfyri. Tað var heldur ikki pláss fyri Luka Modric.

 

Real Madrid setti seg tíðliga á dystin og Cristiano Ronaldo var nær við við góðum skoti, men Joe Hart bjargaði væl. Løtu seinni setti Gonzalo Higuaín høvdið á nakað, sum helst mundi verða ein skot frá Cristiano Ronaldo, men enn eina ferð bjargaði Joe Hart. Í hinum endanum var Yaya Toure ágangandi, tá hann slapp at seta ferð á, men talan gjørdist ongantíð um veruliga vanda.

 

Í seinna hálvleiki hálvleiki helt Real Madrid fram at trýsta, men tjúgu minuttir fyri fór Manchester City í mótálop við Yaya Toure á odda. Hann rann frá fleiri Real Madrid leikarum og spældi innskifta Edin Dzeko leysan, sum skoraði.

 

Tað gingu bara nakrir minuttir, so var Yaya Toure um reppið at avgera fyri gestirnar, men skotið fór í síðunetið. Real Madrid fór í álop, sum endaði við at Marcelo royndi seg við skotið, sum rakti ein verjuleikra og fór í mál.

 

Fimm minuttir fyri tíð kom Manchester City aftur á odda. Innskifti Alexandar Kolarov sendi eitt fríspark innfyri úr høgru. Ongin nam við bóltin, sum fór beina leið í málið. Tað gekk bara ein minuttir ella so, so javnaði innskifti Karim Benzema fyri Real Madrid við skotið áraka brotsteigarmarkið.

 

Í evstu løtu var tað so Cristiano Ronaldo, ið traðkaði til. Úr vinstru rak hann framvið einum og smekkaði so til. Joe Hart varð fangaður á skeiva beini og so fór bólturin í málið til 3-2. Nógv hevur verið tosað um Cristiano Ronaldo seinastu tíðina, men í kvøld vísti hann so sítt virðið við tíggjunda skotinum í dystinum.

 

Champions League úrslit:

 

Bólkur A:

Dinamo Zagreb (Kroatia) - FC Porto (Portugal) 0-2

PSG (Frakland) - Dynamo Kyiv (Ukreina) 4-1

 

Bólkur B:

Montpellier (Frakland) - Arsenal (England) 1-2

Olympiakos (Grikkaland) - Schalke 04 (Týskland) 1-2

 

 

Bólkur C:

AC Milan (Italia) - Anderlecht (Belgia) 0-0

Málaga (Spania) - Zenit Skt. Pætursborg (Russland) 3-0

 

Bólkur D:

Real Madrid (Spania) - Manchester City (England) 3-2

Borussia Dortmund (Týskland) - Ajax (Holland) 1-0