Tað er nokk fáur maður, ið undan hesum EM-endaspælinum spáddi at tað skuldi blíva portugisiski eykaáleyparin, Éder, sum fór at standa eftir sum avgerandi málskjúttin í einari EM-finalu. Tað var tó júst tað, sum hendi, tá ið Éder við einum braki av einum langskoti skoraði avgerandi málið til 1-0 í gjárkvøldi.
Éder var ikki ímillum teir 22 leikararnar fyrstu fimm korterini av dystinum, men eftir 78 minuttir varð hann boðsendur at fara inn á vøllin. Dysturin fór síðani í longda leiktíð, og seinastu orðini, ið Éder fekk áðrenn longdu leiktíðina, komu frá skaddu superstjørnuni hjá Portugal, Cristiano Ronaldo, ið átók sær eitt slag av einum venjaraleikluti eftir sína útskifting í gjár.
- Áðrenn ta longdu leiktíðina segði Ronaldo við meg, at eg fór at skora avgerandi málið. Hann gav mær megi og jaliga orku, sigur Éder við UEFA.com.
- Tað var ein ótrúlig løta. Vit stríddust við øllum tí, sum vit høvdu at bjóða uppá. Eg haldi, at okkara meistaraheiti er fult uppiborið orsakað av øllum stríðnum, ið vit leikarar og venjarar hava lagt í hesa kappingina. Portugal hevur hungrað eftir einum slíkum meistaraheiti í langa tíð, so tað er fantastiskt, sigur Éder víðari.
Sigursmálið í EM-finaluni var einasta málið, sum Éder skoraði í EM 2016. Hann varð innskiftur í trimum dystum og spældi tilsamans 54 minuttir. Lagnunnar speisemi, so spælir myrki framherjin við franska felagnum Lille. Hann spældi við Swansea í fyrru helvt av farna kappingarári, men spælitíðin var ikki nógv, so hann varð læntur út til Lille, har tað hevur gingið honum betur. Eftir kappingarársenda í mai skrivaði Éder varandi sáttmála við Lille.