Verandi Champions League meistararnir úr Real Madrid hava í kvøld longu tryggja sær annað beinið í komandi Champions League finaluni aftur, eftir at teir framdu sannførandi avrik í fyrru hálvfinaluni móti grannunum úr Atletico Madrid í kvøld.
Dysturin, ið var leiktur á Bernabeu leikvøllinum hjá Real Madrid, endaði heili 3-0 til heimaliðið Real Madrid.
Stóri leikarin hjá Real Madrid í kvøld var enn einaferð portugisiska stjørnan, Cristiano Ronaldo, sum ikki gjørdi mætari enn at skjóta reint hattrick.
Fyrr í kappingarárinum var Cristiano Ronaldo undir atfinningum, fyri at hava skora ov fá mál í Champions League kappingini, men seinastu dystirnar hevur hann av álvara víst atfinningunum aftur. Fyrst við málum í báðum uppgerðunum móti Bayern Munchen, og síðani aftur í kvøld við trimum málum í fyrru hálvfinaluni móti Atletico Madrid.
3-0 sigurin ber við sær, at uppgávan hjá Atletico Madrid til seinnu uppgerðina nærum tykist ómøgulig, og tí er hugsandi, at Real Madrid í ár kann vinna Champions League steypið annað ár á rað.
Í annaðkvøld verður tann fyrra av hinari hálvfinaluni spæld, tá Monaco á heimavølli tekur ímóti italska Juventus.
Real Madrid – Atletico Madrid 3-0 (1-0)
1-0 Cristiano Ronaldo, 10.
2-0 Cristiano Ronaldo, 73.
3-0 Cristiano Ronaldo, 86.