Cristiano Ronaldo skoraði sítt fyrsta mál, tá Real Madrid í gjárkvøldið spældi sín fyrsta dyst í la Liga hetta kappingarárið. Real Madrid vann 3-2 á Deportivo, og Ronaldo skoraði til 2-1 upp á brotsspark. Riki og Valeron syrgdu í tveimum umførum fyri, at Deportivo vann seg upp á javnt, men Diarra átti avgerandi orðið, tá hann skoraði til 3-2.