Ronaldo skal hava nýggjan landsliðsvenjara

Paulo Bento hevur í dag sagt seg úr starvi sum landsliðsvenjari hjá Portugal.

Cristiano Ronaldo og teir á portugisiska landsliðnum skulu hava nýggjan venjara. Hetta er greitt, eftir at Paulo Bento seinnapartin boðaði frá, at hann hevur sagt seg sjálvan úr starvi. Hann gevst alt fyri eitt.


45 ára gamli Paulo Bento, sum hevur verið landsliðsvenjari hjá Portugal síðani 2010, fekk eina marrubyrjan upp á EM-undankappingina, tá ið Portugal sunnukvøldið tapti 0-1 á heimavølli ímóti Albania. Hetta er orsøkin til, at hann hevur sagt seg úr starvi.


Tað er framvegis ikki greitt, hvør verður nýggjur landsliðsvenjari. Næsti dystur hjá Portugal verður 14. oktobur á útivølli ímóti Danmark. Hini londini í bólkinum eru Albania, Serbia og Armenia.