Ensku meistararnir eru klárir til 5. rundu av FA Cup, eftir at teir heima á Old Trafford í dag vunnu 3-1 á Tottenham.
Liðini løgdu út við høgari leikferð, og málmøguleikar vóru í báðum endum. Tað var tó Tottenham, ið fyrst fann málið. Hetta hendi eftir 24 minuttum, tá ið Aaron Lennon í høgru síðu megnaði at finna Robbie Keane inni í brotsteiginum, sum setti bóltin í netið til 1-0. Eftir hetta legði Manchester United stórt trýst á Tottenham-málið, og tað eydnaðist teimum eisini at javna áðrenn hálvleik. Hesum málinum syrgdi Carlos Tevez fyri.
Í 68. minutti nýtti Michael Dawson hond í brotsteiginum, og varð rikin av vølli. Brotssparkið, ið sjálvsagt varð brískað í somu støðu, umsetti Cristiano Ronaldo til mál. Hóast Tottenham var tætt við at javna, var tað sami Ronaldo, ið slapp at avgera dystin. Málið skeyt hann stutt áðrenn leiklok, hetta væl hjálpt við einum málmansbrølara.