Ronaldo sendi PSG úr kappingini

Cristiano Ronaldo átti aftur í kvøld avgerandi leiklut, tá Real Madrid varpaði Paris Saint Germain úr Champions League kappingini

Real Madrid, sum seinastu tvey árini á rað hevur vunnið Champions League kappingina, hevur í kvøld spælt seg víðari í fjórðingsfinaluna av kappingini. Real Madrid vann torføra útidystin móti Paris Saint Germain 2-1, sum ger at Real Madrid samanlagt fer víðari við einum 5-2 sigri.

 

Cristiano Ronaldo sum í fyrru uppgerðini millum Real Madrid og Paris Saint Germain skeyt tvey mál í 3-1 sigrinum hjá Real Madrid, átti aftur í kvøld avgerandi leiklut í Real Madrid sigrinum. Cristiano Ronaldo legði stutt inn í seinna hálvleik Real Madrid á odda 1-0 í kvøld, og átti fót við í 2-1 málinum hjá Real Madrid.

 

Tá eitt sindur minni enn ein hálvur tími var eftir av dystinum í kvøld, gjørdist brekkan hjá Paris Saint Germain uppaftur brattari, tá italski miðvallarin, Marco Verratti, fekk sítt seinna gula kort, og harvið var rikin av vølli.

 

Í hinari áttandapartsfinaluni sum í kvøld varð spæld, var ongantíð nakar spenningur. Liverpool hevði ein 5-0 sigur við sær frá fyrru uppgerðini, og skuldi tí eitt størri undur til, um Porto skuldi spæla seg víðari. Tað hendi ikki, og endaliga úrslitið av dystinum á Anfield í kvøld var málleysur 0-0 javnleikur.

 

Í annaðkvøld vera tvær aðrar áttandapartsfinalur leiktar. Tær eru millum Manchester City og Basel, og Tottenham og Juventus. Báðir dystirnir byrja klokkan 19:45.

 

Liverpool – Porto 0-0 (0-0) Liverpool víðari við samlaðum 5-0 sigri.

Paris Saint Germain – Real Madrid 1-2 (0-0) Real Madrid víðari við samlaðum 5-2 sigri.