Ronaldo seldur í tøkum tíma

Forsetin í spanska felagnum Real Madrid heldur, at ein týðandi orsøk til, at hansara felag vann spanska meistaraheitið í ár var, at felagið slapp sær av við álopsspælaran Ronaldo, sum fór til AC Milan at spæla. Sambært Calderon var Ronaldo blivin ein trupulleiki fyri moralin á liðnum, og tað var ein stórur lætti fyri liðið, at hann rýmdi. Eftir at Ronaldo var farin, gjørdist lagið í hópinum betur, og endin var, at Real Madrid vann meistaraheitið.