Fleiri dystir í 11. umfari í Premier League hava verið í vikuni. Størsta úslitið er helst sigurin hjá Manchester United móti Tottenham á Old Trafford, men tað bleiv ikki yvirskriftin.
Tí tveir minuttir fyri tíð rýmdi Cristiano Ronaldo av Old Trafford í øðini, tí hann ikki bleiv skiftur inn. Erik Ten Hag, venjari hjá Manchester United, segði eftir dystin, at hann fór fyrst at njóta sigurin og so takla støðuna við Cristiano Ronaldo í dag.
Cristiano Ronaldo hevur leingi verið eitt snúningspunkt í Manchester United, eftir at hann skifti aftur til felagið fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani. 37 ára gamla heimsstjørnan er ein málmaskina, men fleiri vísa á, at hann ikki megnar at verða fremsti maður hjá einum felagi sum Manchester United í Premier League longur.
Manchester United vann 2-0 á Tottenham og sigurin kundi verið størri, um Hugo Lloris ikki spældi ein framúr dyst í málinum hjá Tottenham. Fred og Bruno Fernandes skoraðu málini, men Marcus Rashford spældi fremsti maður fyri Cristiano Ronaldo.
Á Anfield vann Liverpool 1-0 á West Ham og nærkast Champions League plássunum aftur. Stórkeypið í summar, áleyparin Darwin Núñez, skoraði sítt fyrsta mál á heimavølli og tað bleiv avgerandi. West Ham fekk eisini brotsspark, sum Alisson Becker í málinum hjá Liverpool bjargaði.
Chelsea misti eitt fet í toppinum við málleysum javnleiki móti Brentford, Newcastle vann 1-0 á Everton og Southampton vann somuleiðis 1-0 á AFC Bournemouth. Fyrrdagin vann lyfti Nottingham Forest seg av aftasta plássi við málleysum javnleiki móti Brighton og Crystal Palace vann 2-1 á Wolerhampton.
Tveir dystir eru í kvøld, meðan dysturin millum Manchester City og Arsenal er útsettur.
| 1 | Arsenal | 10 | 9 | 0 | 1 | 24:10 | 27 |
| 2 | Manchester City | 10 | 7 | 2 | 1 | 33:10 | 23 |
| 3 | Tottenham | 11 | 7 | 2 | 2 | 22:12 | 23 |
| 4 | Chelsea | 10 | 6 | 2 | 2 | 15:10 | 20 |
| 5 | Manchester Utd | 10 | 6 | 1 | 3 | 15:15 | 19 |
| 6 | Newcastle | 11 | 4 | 6 | 1 | 18:9 | 18 |
| 7 | Liverpool | 10 | 4 | 4 | 2 | 22:12 | 16 |
| 8 | Brighton | 10 | 4 | 3 | 3 | 14:11 | 15 |
| 9 | Brentford | 11 | 3 | 5 | 3 | 18:17 | 14 |
| 10 | Crystal Palace | 10 | 3 | 4 | 3 | 12:13 | 13 |
| 11 | Bournemouth | 11 | 3 | 4 | 4 | 10:23 | 13 |
| 12 | Fulham | 10 | 3 | 3 | 4 | 16:20 | 12 |
| 13 | West Ham | 11 | 3 | 2 | 6 | 9:12 | 11 |
| 14 | Southampton | 11 | 3 | 2 | 6 | 10:18 | 11 |
| 15 | Everton | 11 | 2 | 4 | 5 | 8:12 | 10 |
| 16 | Leeds | 9 | 2 | 3 | 4 | 11:13 | 9 |
| 17 | Aston Villa | 10 | 2 | 3 | 5 | 7:13 | 9 |
| 18 | Wolves | 11 | 2 | 3 | 6 | 5:14 | 9 |
| 19 | Nottingham F. | 11 | 1 | 3 | 7 | 7:23 | 6 |
| 20 | Leicester | 10 | 1 | 2 | 7 | 15:24 | 5 |











