Ronaldo og Zlatan kunnu taka søguligt EM-met

Um annar av Cristiano Ronaldo ella Zlatan Ibrahimovic skorar fýra mál ella fleiri undir EM-endaspælinum verður viðkomandi søguligur EM-toppskjútti

Gamla franska fótbóltsstjørnan, sum als ikki var nøkur stjørna, sum UEFA-forseti, Michel Platini hevur eitt søguligt EM-met, sum kann standa fyri falli í komandi EM-endaspælinum.

 

Michel Platini hevur tvey met, annað av teimum verður ringt at taka, men hitt kann takast, um Cristiano Ronaldo hjá Portugal, ella Zlatan Ibrahimovic vísa stórform. Í EM-endaspælinum í Fraklandi í 1984 skeyt Michel Platini ikki færri enn níggju mál, sum er met fyri eitt einstakt EM-endaspæl. Michel Platini er eisini toppskjútti á tí søguliga EM-toppskoraralistanum, men tað kann standa fyri falli, um Cristiano Ronaldo og Zlatan Ibrahimovic hava krút í gaggunum. Ronaldo og Zlatan hava báðir skotið seks mál í teimum EM-endaspølunum teir hava tikið lut í, og skýtur annar av teimum fýra ella fleiri mál, so verður viðkomandi søguligur EM-toppskjútti.

 

Søguligi EM-toppskjútta-listin sær soleiðis út : 

 

9: Michel Platini (Frakland)
7: Alan Shearer (Ongland)
6: Zlatan Ibrahimovic (Svøríki)
6: Thierry Henry (Frakland)
6: Patrick Kluivert (Niðurlond)
6: Nuno Gomes (Portugal)
6: Cristiano Ronaldo (Portugal)
6: Ruud van Nistelrooy (Niðurlond)

 

Toppskjútta-listin fyri hvørt EM-endaspæl í søguni sær soleiðis út :

 

1960: 2 François Heutte (Frakland), Viktor Ponedelnik (Sovjetsamveldið), Valentin Ivanov (Sovjetsamveldið), Drazen Jerković (Jugoslavia), Milan Galić (Jugoslavia)
1964: 2 Jesús Pereda (Spania), Ferenc Bene (Ungarn), Dezső Novák (Ungarn)
1968: 2 Dragan Džajić (Jugoslavia)
1972: 4 Gerd Müller (Vestur-Týskland)
1976: 4 Dieter Müller (Vestur-Týskland)
1980: 3 Klaus Allofs (Vestur-Týskland)
1984: 9 Michel Platini (Frakland - mest skorandi nakrantíð)
1988: 5 Marco van Basten (Niðurlond)
1992: 3 Henrik Larsen (Danmark), Karlheinz Riedle (Týskland), Dennis Bergkamp (Niðurlond), Tomas Brolin (Svøríki)
1996: 5 Alan Shearer (Ongland)
2000: 5 Patrick Kluivert (Niðurlond), Savo Milošević (Jugoslavia)
2004: 5 Milan Baroš (Kekkia)
2008: 4 David Villa (Spania)
2012: 3 Fernando Torres (Spania), Alan Dzagoev (Russland), Mario Mandžukić (Kroatia), Mario Gomez (Týskland), Mario Balotelli (Italia), Cristiano Ronaldo (Portugal)