Umstøðurnar vóru torførar fyri høvðusstaðarliðið, tí heimavøllurin hjá Xerez minti mest um eina eplaveltu. Real Madrid royndi sum frægast at spæla bóltin, men umstøðurnar loyvdi tí ikki.
Í seinni hálvleiki fekk Real Madrid so hol á. Fyrrverandi Liverpool leikararin Álvaro Arbeloa var komin framvið og legði gestirnar á odda. Síðani tóku Cristiano Ronaldo og Kaka yvir. Tvær ferðir legði Kaka upp til Ronaldo, sum skoraði til 2-0 og 3-0.
Stutt eftir 1-0 málið skifti Real Madrid Raul inn. Hann hevur í seinastuni verið settur í samband við New York Red bull.
Real Madrid er nú tvey stig aftanfyri Barcelona, ið hevur ein dyst til góðar. Barcelona spælir í morgin á útivølli móti Atlético Madrid