Atletico Madrid er spanskur steypavinnari, eftir at teir í kvøld vunnu 2-1 á Real Madrid eftir longda leiktíð í Copa del Rey finaluni. Bæði José Mourinho og Cristinao Ronaldo blivu burturvístir í dystinum.
Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá grannarnir úr Madrid brustu saman í Copa del Rey finlauni á Santiago Bernabeu leikvøllinum.
Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda, tá dysturin var eitt korter gamal. Portugisin varð hægst eftir hornaspark og stútaði bóltin í málið. Cristiano Ronaldo er nú toppskjútti í sponsku steypakappingini yvir trý tey seinastu árini. Hann hevur skotið 17 mál, skrivar Opta.
Tíggju minuttir fyri hálvleik javnaði Atletico Madrid. Nógv umtalaði framherjin úr Kolombia, Radamel Falcao, sum er settur í samband við flestu stórfeløgini í Evropa, dribblaði framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann við eini neyvari avlevering spældi Diego Costa leysan. Við hørðum fløtum vinstrabeinsskoti sendi hann bóltin í málið umvegis hondina á málverjanum og stongina. Hetta er áttinda málið hjá Diego Costa í Copa del Rey og tað ger hann til toppskjútta í ár.
Real Madrid var fleiri ferðir nær við at leggja seg á odda. Tríggjar ferðir fór bólturin á stongina og eina ferð varð bjargað á strikuni. Eitt lítið korter fyri tíð varð José Mourinho, venjari hjá Real Madrid, burturvístur av dómaranum. Einki mál kom afturat í vanligari leiktíð.
Í longduleiktíðini legði miðverjin Miranda Atletico Madrid á odda, tá hann stútaði innlegg í málið. Í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini gjørdist heitt á vøllinum og dómarin mátti fleiri ferðir í lumman eftir gula kortinum og eina ferð eftir reyða kortinum, tá hann vísti Cristiano Ronaldo av vøllinum fyri at sparka út eftir einum spælara, eftir at hesin hevði felt portugisan.
Tað endaði við, at Atletico Madrid vann 2-1 hóast Real Madrid hevði fleiri vandamiklar møguleikar enn grannarnir. Atletico Madrid hevur ikki vunnið á Real Madrid síðani 1999, men í dag var nokk við javneliki í vanligu leiktíðini og einum málið í longdi leiktíðini.
Copa del Rey finala:
Real Madrid Atletico Madrid 1-2(1-1)Eftir longdaleiktíð
1-0 Cristiano Ronaldo, 14
1-1 Diego Costa, 35
1-2 Miranda, 98(longd leik.)
Atletico Madrid vinnur 2-1 eftir longdaleiktíð
Real Madrid: 4-2-3-1
Diego López - Michael Essien, Sergio Ramos, Raul Albiol, Fabio Coentrão(Álvaro Arbeloa 91.min) - Samir Khedira, Xabi Alonso - Cristiano Ronaldo, Mesut Özil, Luka Modric(Ángel Di María 91.min) - Karim Benzema(Gonzalo Higuaín 91.min)
Á bonkinum: Iker Casillas, Ricardo Carvalho, Kaká, José Maria Callejón
Atletico Madrid: 4-4-2
Thibaut Courtois - Juanfran, Miranda, Diego Godín, Filipe Kasmirski Koke(Raúl García 113.min), Mario Suárez, Gabi, Arda Turan(Cristian Rodriguez 111.min), - Diego Costa(Adrián 105.min), Radamel Falcao
Á bonkinum: Sergio Asenjo, Daniel Díaz, Tiago,Oliver
Dómari: Carlos Clos Gomez
Leikvøllur: Santiago Bernabeu