Ronaldo og hinir bjarga fótbóltinum

Nike hevur gjørt ein skemtiligan lýsingarfilm, har hugflogið vinnur

HM endaspælið í Brasil byrjar um tveir dagar, og tað hava fleiri av stóru fyritøkunum í heiminum nýtt sum høvið, at gera aktuellar lýsingarfilmar. Ein av teimum er Nike, sume r høvðusstuðul hjá fleiri av londunum, sum luttaka í endaspælinum.

 

Lýsingarfilmurin hevur fingið heitið “The Last Game”(Tann seinasti dysturin). Fótbóltsheimurin er yvirtikin av klonaðum robottum, sum spæla fótbólt uttan at gera feilir, og av tí sama er ikki pláss til hugflog.

 

Hesum finnur fyrrverandi brasilski landsliðsspælarin, Luis Nazario de Lima Ronaldo, seg ikki í. Hann samlar saman eitt lið mannað við millum annað Cristiano Ronaldo, Neymar Jr, Wayne Rooney, Zlatan Ibrahimovic og Andrés Iniesta.

 

Síðani byrjar dysturin millum klonaðu robottspælararnar og liðið hjá brasilska Ronaldo.