Ronaldo og Bale klárir til í kvøld

Í kvøld tekur Real Madrid ímóti Tottenham, meðan Inter Milan tekur móti Schalke 04 í Champions League fjórðingsfinalunum. José Mourinho segði undan dystinum leygardagin móti Sporting Gijon, at Ronaldo ikki fór at verða tøkur til dystin í kvøld. Men eitt tap á Santiago Bernabeu móti botnliðnum Sporting Gijon hevur fingið José Mourinho at umhugsa støðuna. Hann sigur nú, at Ronaldo kann spæla, men at hetta ikki er uttan risiko. Við tapinum leygardagin verður torført hjá Real Madrid at fanga Barcelona aftur í landskappingini.

 

Hjá Tottenham hevur nógv verið tosa um Gareth Bale, ið hevur drigist við ein skaða seinastu tíðina. Hann hevur verið millum teir bestu leikarnir, um ikki tann besti, hjá Tottenham í ár. Men fyrst gjørdist hann skaddur í rygginum og undan landsdystinum móti Onglandi gjørdist hann aftur skaddur. Sum skilst á enskum miðlum, so verður Gareth Bale tøkur til í kvøld saman við miðverjanum, William Gallas.

 

Cristiano Ronaldo hevur spælt 14 ferðir móti Tottenham fyrr og hann hevur ongantíð tapt. Níggju ferðir hevur hann vunnið og fimm ferðir eru dystirnir endaðir við javnleiki. Men undan dystinum leygardagin hevur José Mourinho ikki tapt á heimavølli í landskappingini í níggjur ár, so er spurningurin um Tottenham kann vinna á Cristiano Ronaldo á fyrsta sinni í kvøld?

 

Inter Milan vann í fjør ?The Treble? við José Mourinho á odda. Í 1/8 finaluni móti Bayern Munchen var leingi líkt til, at Inter Milan mátti takka fyri seg í ár í Champions League. Men við málið í evstu løtu livur Inter Milan framvegis í vónini, at gerast fyrsta liðið, ið megnar at endurvinna Champions League. Mótastøðan í kvøld er eisini týsk.

 

Champions League fjórðingsfinalur:

 

5. Apríl

 

Inter Milan ? Schalke 04(19:45)

Real Madrid ? Tottenham(19:45)

 

6. apríl

 

Chelsea ? Manchester United(19:45)

Barcelona ? Shakhtar Donesk(19:45)