Ronaldo nærkast Best

Cristiano Ronaldo er heilt væl ávegis at seta met sum málskjútti í Manchester United. Málið móti Lyon í gjárkvøldið var mál nummar 30 hjá portugisanum hetta kappingarárið. Málmetið fyri eitt einstakt kappingarár í Manchester United setti legendariski George Best fyri 40 árum síðani, tá hann skoraði 32 mál.

Og Sir Alex Ferguson er sjálvandi framúr væl nøgdur um avrikið hjá Ronaldo.

- Vit eru enn bara í mars mánaði, og Ronaldo kann væl spæla einar 16-17 dystir afturat hetta kappingarárið. Og tí kann hann uttan iva gera fleiri mál, og tað er eitt fantastiskt avrik fyri ein kantspælara, segði venjarin hjá reyðu devlunum eftir sigurin á Lyon.