Ronaldo misnýtti brotsspark

Talan kundi verið um startskotið til ein dyst av teimum heilt lívligu. Men brotssparkið, sum Ronaldo sjálvur varð atvoldin til, varð sent við síðuna av spanska málinum, og ístaðin var tað Barcelona, sum størsta partin av dystinum hótti við at leggja seg á odda í fyrru hálvfinaluni millum Barcelona og Manchester United.

Manchester United hevði tó eisini sínar møguleikar, og eitt nú varð Ronaldo at kalla snýttur fyri enn eitt brotsspark, tá Marques kantaði hann niður í feltinum, eftir at Ronaldo hevði fantað sløsut verjuspæl.

Eftir steðgin trýsti Barcelona alt meira, og teir høvdu eisini nakrar vandamiklar royndir, sum tó ikki kastaðu mál av sær. Og við málleysa javnleikinum er tað uttan iva Manchester United, sum hevur betru kortini á hondini undan seinnu hálvfinaluni, sum verður á Old Trafford týskvøldið.