Ronaldo í Milan

Gongst eftir ætlan, verður Ronaldo í dag innlimaður í spælarahópin hjá Milan.

Leingi hevur ljóðað, at brasilski álopsspælarin var ávegis úr Real Madrid, og nú tykjkast øll viðurskifti kring handilin at vera komin í rættlag. – Eg rokni við, at alt verður klárt mánadagin, segði Milan-venjarin Carlo Ancelotti sunnudagin. Enn eru nakrar fáar milliónir, sum skilja Milan og Real Madrid, men roknað verður við, at hetta verður greitt mánadagin.