Føroyar løgdu í kvøld rygg til 5-1 tap í Porto ímóti Portugal. Stóri maðurin var heimsins besti fótbóltsspælari Cristiano Ronaldo. Hann skoraði trý mál, og hann átti uppleggið til hini.
Miðverjin Rógvi Baldvinsson, sum í kvøld var á landsliðnum fyri 25. ferð, minkaði sjey minuttir undan steðginum um munin til 2-1. Tí var lagið gott og mótið í topp, tá ið spælararnir fór at hvíla seg. Føroyar høvdu upplop til onkrar møguleikar eftir steðgin, men tað endaði 5-1.
Úrslitið er at liva við, tá ið havt verður í huga, at tað á Tórsvølli endaði við 6-0 tapi ímóti Portugal. Men kortini er kenslan, at tað kundi kanska havt endað øðrvísi.
Føroyska liðið hevði í løtum tak á samanspælinum, og í longum løtum var føroyska verjuspælið sera væl skipað. Portugal spældi seg til ikki so nógvar málmøguleikar. Í einstøkum støðum stóðust føroysk mistøk av, og tá vóru heimsstjørnurnar fullkomuliga eirindarleysir og sektaðu.
Nú ræður tað um stórdystin sunnudagin á heimavølli, tá ið Andorra verður mótstøðuliðð. Eingin av føroysku spælarunum sá gult í kvøld. Tað ber við sær, at Lars Olsen hevur allar teir tøkar, sum spældu í kvøld, og at Fróði Benjaminsen eisini verður tøkur. Hann er sjálvskrivaður á miðvøllinum.
Tað varð fylgt við dystargongdini her á in.fo:
http://www.in.fo/news-detail/foeroyar-i-odnarvedri-i-porto/
Portugal-Føroyar 5-1 (2-1)
1-0: Cristiano Ronaldo 3.
2-0: Cristiano Ronaldo br 29.
2-1: Rógvi Baldvinsson 38.
3-1: William Carvalho 58.
4-1: Cristiano Ronaldo 65.
5-1: Nélson Oliveira 84.
Portugal: Rui Patrício - Cédric, Pepe, José Fonte, Eliseu - Joao Mário, Joao Moutinho, William Carvalho, Bernardo Silva - Cristiano Ronaldo, André Silvo
Føroyar: Gunnar Nielsen - Atli Gregersen, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson - Jónas Tór Næs, Sølvi Vatnhamar (Kaj Leo í Bartalsstovu, 66.), Róaldur Jakobsen, René Schack Joensen (Karl Løkin, 81.), Gilli Sørensen, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson (Patrik Johannesen, 73.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Hørður H. Askham, Ári Mohr Jónsson, Eli Falkvard Nielsen, Klæmint A. Olsen