Ronaldo leingist aftur til Manchester

Spennandi avdúkingar eru at finna í sjálvsævissøguni hjá Cristiano Ronaldo

Leingi hevur verið gitt um Cristiano Ronaldo fór at venda aftur til Manchester United, sum hann fór frá í 2009. 

 

Í einari nýggjari sjálvsævissøgu, sum viðurkendi journalisturin Guillem Balague hevur skrivað verður avdúkað, at Cristiano Ronaldo ikki hevur slept dreyminum at venda aftur til Manchester United. Sami Guillem Balague hevur skrivað viðurkendar ævisøgur um Pep Guardiola og Lionel Messi. 

 

Guillem Balague skrivar í bókini, at tað var líka við, at Cristiano Ronaldo vendi aftur til Old Trafford á sumri í 2013, men av tí, at Sir Alex Ferguson gavst, sum høvuðsvenjari hjá Manchester United fór hendan ætlanin í vaskið. 

 

Farna summar gjørdi Manchester United enn eina miseydnaða roynd at fáa Cristiano Ronaldo aftur til Old Trafford. Guillem Balague skrivar tó í bókini, at nú er Cristiano Ronaldo til reiðar til eitt comeback í Manchester. 

 

Cristiano Ronaldo spældi á sinni 292 dystir fyri Manchester United. Í hesum 292 dystunum skeyt hann 118 mál.

 

Sjálvsævissøgan um Cristiano Ronaldo, sum Guillem Balague hevur skrivað eitur ógvuliga hóskandi "Cristiano Ronaldo: The Biography".