Hóast vit vita, at okkara landslið er blivið betri enn áður, so vóru tað nokk ikki nógv, um ikki ongin, sum hevði væntað, at eftir tveir teir fyrstu HM-undankappignardystirnar undan HM í Russlandi í 2018, at Føroyar skuldu hava fýra stig og tvey "clean sheet". Men hetta er veruleikin eftir frálíka 2-0 sigurin á útivølli ímóti Lettlandi í kvøld. Og tað ger tað ikki verri, at undan dystinum ímóti Portugal á Tórsvølli mánakvøldið, so eru Føroyar framman fyri Portugal og Cristiano Ronaldo, sum vunnu 6-0 ímóti Andorra í kvøld!
Støðan eftir tveir dystir í okkara bólki er nevniliga tann, at vit eru nummar tvey í bólkinum við fýra stigum eftir tveir dystir, meðan Portugal er nummar trý í bólkinum við trimum stigum eftir tveir dystir. Portugisar byrjaðu illa fyri mánaði síðani, tá ið teir taptu 2-0 á útivølli ímóti Sveis.
Tá var Cristiano Ronaldo ikki við, men tað var hann í kvøld. Ronaldo skoraði heili fýra mál í 6-0 sigrinum ímóti Andorra, og tí er onki at siga til, at tað er ein Ronaldo í toppformi, sum kemur at spæla á Tórsvølli mánakvøldið ímóti føroyska landsliðnum, sum vit øll kunnu vera so errin av í hesum døgum.
Sum skilst, so koma portugisar til Føroya í morgin.
Støðan í okkara undankappingarbólki sæst niðanfyri. Øll londini hava spælt tveir dystir:
1. Sveis 6 stig
2. Føroyar 4 stig
3. Portugal 3 stig
4. Lettland 3 stig
5. Ungarn 1 stig
6. Andorra 0 stig










