Ronaldo kanska úti við skaða í 4-5 mánaðir

Fyrstu forsøgnirnar um skaðan hjá Cristiano Ronaldo boða ikki frá góðum

Altjóða ítróttarmiðlar boða frá, at tað sær ikki gott út við skaðanum portugisiski liðskiparin, Cristiano Ronaldo fekk í EM-finaluni ímóti Fraklandi farna sunnukvøld. Hóast Cristiano Ronaldo mátti av vøllinum, so megnaði portugisiska liðið at ríða stormin av, og megnaði at vinna EM-finaluna á Stade de France leikvøllinum í París. 

 

Íslendska "Morgunblaðið" veit frá portugisiskum og sponskum miðlum, at talan er um ein krossbandsskaða. Um talan er um eitt rivið krossband, sum óttast verður fyri, so verður Cristiano Ronaldo ikki at síggja á fótbóltsvøllinum aftur fyrrenn um fýra-fimm mánaðir. 

 

Fyrst og fremst verður hetta eitt stórt afturstig fyri Real Madrid, um standurin er so ringur, sum óttast verður fyri. Fyri ávísar fótbóltsfjepparar í Føroyum, sum hava keypt atgongumerki til HM-undankappingardystin á Tórsvølli, mánakvøldið 10. oktober klokkan 19.45 fyri at at síggja Cristiano Ronaldo verður eisini talan um eitt vónbrot, um Cristiano Ronaldo ikki verður við á ferðini hjá portugisiska landsliðnum til Føroya.

 

Óannsæð so verða tað evropameistararnir, sum spæla á Tórsvølli, mánakvøldið 10. oktober.