Ronaldo kann fáa 12 dystir leikbann

Aganevndin fer í morgin at taka støðu til, hvussu langt leikbann, portugisiski landsliðsspælarin fer at fáa.

Í morgin skal spanska aganevndin taka støðu til, hvussu langa revsing Cristiano Ronaldo fær fyri spark og slag sítt í dystinum leygardagin.

 

Spanskir miðlar vænta, at revsingin kann gerast heili 12 dystir. Hetta byggja teir á, at Cristiano Ronaldo tók lut í fleiri illsintum støðum í dystinum, og at hann heldur ikk lat til at angra sína illgerð á vøllinum. 

 

Eftir dystin bað portugisarin tó bæði síni viðhaldsfólk og spælaran, hann sló, Edimar, um umbering.

 

AC Milan-spælarin Philippe Mexès, ið eisini var vístur av vølli fyr harðskap um vikuskifti, fekk leikbann í fýra dystir. Hetta hendi, eftir at hann millum annað tók kvalaratak um hálsin á Lazio-spælaranum Stefano Mauri. Leysasøgur vilja eisini vera við, at leikarin ikki longur er ynsktur á San Siro og verður leyslatin úr felagnum í summar.