Ronaldo ikki skorað í ein mánað

Tað ljóðar ørt, men tað passar. Tað er ein mánaði síðani, at málmaskinan hjá Real Madrid skoraði seinast

Í kvøld verða tvær fyrru 1/8 finalur í Champions League. Real Madrid og Cristiano Ronaldo eru á vitjan í Schalke í Týsklandi, meðan FC Basel fær vitjan av FC Porto.

 

Fyri Real Madrid kemur tað illa við, at Cristiano Ronaldo ikki hevur skorað í ein heilan mánað. Tveir dystir sat hann yvir við leikbanni, meðan hann ikki skoraði í 4-0 tapinum fyri Atletico Madrid og 2-0 sigrinum á Deportivo La Coruna.

 

Venjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti, heldur fyri, at í kvøld fer helst at bragda hjá Cristiano Ronaldo. Portugisin hevur skotið 36 mál í 33 dystum fyri Real Madrid í ár. Real Madrid er á útivølli móti Schalke 04.

 

Í hini 1/8 finaluni spæla FC Basel úr Sveis og FC Porto úr Portugal.

 

Champions League 1/8:

Í kvøld:

Schalke 04 – Real Madrid (19:45)

FC Basel – FC Porto (19:45)

 

Í gjár:

PSG – Chelsea 1-1 (0-1)

0-1 Branislav Ivanovic, 36

1-1 Edinson Cavani, 54

 

Shakhtar Donetsk – Bayern Munchen 0-0 (0-0)